Spring til indhold

Bruger:Tjóðskaparskaldskapur

Fra Wikipedia, den frie encyklopædi

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Um enn nær ella fjart ert tú sál míni kært, sum tú fedrunum vart; tí tú glógvar so bjart sum tú sóleyga bart gjögnum náttmyrkrið svart, blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt, tað ber kvöðu frá landi mínum fagurt og frítt; og eg kenni meg orna gjögnum mönu og merg, síggi brim randa strendur og berg, hoyri vetrarins brot boða summarsins lot, hoyri heystmyrka lag, boða várljósan dag. Fylkjast rað vit í rað, kenna hjörtuni tað: vit við tær stevna stinnir avstað.