Spring til indhold

Bruger:Kristinarebekka

Fra Wikipedia, den frie encyklopædi

Evropearar leggja heimin undir seg[redigér | rediger kildetekst]

Upprunin til, at lond hava hjálond, er, at í 15. øld byrjaðu spaniólar og portugisar at fara út í heim at granska, og skuldi tí hava betri skip. Av tí sama fóru skipasmiðjur at byggja størri og betri skip, so teir betri kundu leypa á og verja seg ímóti fíggindum. Hesi nýggi skipini, sum teir nú sigldu við, vórðu nevnd karavellir og galliónir. Í 16. øld lógu spaniólar og portugisar fremst í kappingini um at leggja lond undir seg. Har vóru lond sum Meksiko, Perú, Kili og Filipinirnar. Eisini statir, sum nú á døgum kallast Rio GrandedoSul, Rio Grande do Norte og Bahia, ið liggja í Suðuramerika. Í 17. øld vóru tað niðurlendingar, ið vóru fremstir í kappingini. Teir høvdu lagt undir nakrar partar av Afrika og meginpartin av eysturindiaoyggjunum. Í 18. øld vóru tað fraklendingar og onglendingar, ið vóru fremstir. Teir høvdu lagt undir Kanada og ein stóran part av Norðuramerika. Man býtir hjálondini í tveir bólkar. Tann fyrsti bólkurin eru tey hjálondini, ið eru vorðin rík ídnaðarlond, tí at hjálandaveldið hevur sett lunnur undir hjálandabýtið, sum vil siga, at tað hevur hjálpt hjálandinum, at koma í gongd við at selja og keypa, so at hjálandaveldið eisini forvinnur pening av handlinum. Annar bólkurin eru tey hjálond, ið vit nú á døgum nevna menningarlond. Tey vórðu løgd undir við magt. Ein stórur partur av hesum fólki líður undir hungur og hall. Nú á døgum kann man keypa alskyns vørur kring heimin. Man kann keypa kryddevni, frukt, kaffi, te og kakao. Hesar vørur verða kallaðar kolonialvørur. Koloni merkir hjáland.